Um vikuskiftið hava 120 úlvar ymsa staðni frá verið á legu í Leirvík. Teir hava sovið inni, men annars hava teir rokast úti alla tíðina bæði við skótakynstrum, hugna og legubáli.
Sólrun Foldbo, bólkaráðsforkvinna í skótaliðnum, Leirvíkspáll, sigur at tey hava klintrað, kynt bál, siglt við kano og nógv annað. Eisini hava tey etið allar máltíðirnar uttandura, hóast veðrið ikki allatíðina hevur verið til vildar.
##med2##
– Hetta kunu vit kalla at herða børn, ella at skapa kná børn, sigur hon.
Í kirkjuni í gjár vóru allir hesir úlvarnir, saman við leiðarunum, við at bera fløgg, lesa bønirnar og vera klokkari. Ein leiðari var deknur og ein annar urguleikari.
##med3##
– Tá ið øll so í felag sungu “Knáir úlvaungar standa, verja borg og búð og stað”, kundi eg ikki lata vera við at hugsa um ráðstevnuna “Kná børn”, sum var fríggjadagin.
Sólrun Foldbo heldur nevniliga, at skótaarbeiðið so sanniliga er við til at geva okkara unga ættarliðið gott í beinið, og skapa kná børn.