Hava ráð til Ronaldo

Real Madrid hevur leingi havt Cristiano Ronaldo ovast á sínum ynskilista, men eins leingi hevur Manchester United sagt, at spælarin ikki er til sølu.

Í spanska høvuðsstaðnum hava tey tó enn ikki givið upp, og nú ljóðar, at felagið er til reiðar við einum boði, sum er oman fyri milliardina.

- Vit hava fíggjarligu styrkina og gjaldførið til at keypa ein spælara sum Ronaldo. Ein slíkur handil í sjálvum sær vildi verið fíggjarliga forsvarligur, tí sølan av troyggjum og øðrum fíggjar hetta. Fáa vit ikki Ronaldo til Real Madrid, so er tað so ikki, tí vit ikki hava ráð til hann men av øðrum ávum, sigur stjórin í Real Madrid, Miguel Angel Arroyo, við enska soccernet.com.