Hava prentað í Syðrugøtu í fimmti ár

Fríggjadagin fylti prentsmiðjan Estra í Syðrugøtu fimmti ár. Síðani 1965 hevur prentsmiðjan latið millum 1000 og 1200 prentordrar út av húsinum um árið – og ger tað framvegis

Fríggjadagin fylti prentsmiðjan Estra í Syðrugøtu fimmti ár. Síðani 1965 hevur prentsmiðjan latið millum 1000 og 1200 prentordrar út av húsinum um árið – og ger tað framvegis

 

Vinnan í Sosialinum í dag hevur vitjað á prentsmiðjuni Estra, sum havnarmaðurin Stig G. Rasmussen stovnaði í 1965.

 

Sonja á Líðarenda og Gunvá við Keldu eru í dag stjórar á Estra. Tær eru eisini partaeigarar saman við øðrum. Sonja hevur lært á Estra. Gunvá átti Vasti og keypti seg inn í Estra. Hon er eisini útbúgving grafikari og hevur lært á Norðlýsinum og Dimmalætting.

 

Stig G.Rasmussen var fakmaður í prentfakinum. Hann var útbúgvin í Havn, men hevði arbeitt bæði í Íslandi og Danmark áðrenn hann kom aftur til Føroyar at arbeiða í sekstiárunum.

 

Eitt skifti arbeiddu um 20 fólk á prentsmiðjuni og gjøgnum árini eru meira enn 30 lærlingar avlærdir á prentsmiðjuni. Millum 75 og 100 fólk hava tilsamans starvast á tí, sum í dag eitur Estra Vasti – ein grafisk fyritøka, sum ger totalloysnir á grafiska økinum.

 

Stig G. Rasmussen stóð á odda fyri fyritøkuni líka til seinnnu helvt av áttatiárunum. Tá ið konan gjørdist álvarsliga sjúk, tók hann seg meira og meira úr fyritøkuni.

 

Sonja á Líðarenda tók framleiðslupartin yvir og hevur sitið við tí uppgávuni síðani.

 

Fíggjarliga partin og fyrisitingina tók ein annar havnamaður sær av. Kristoffur Laksá var júst liðugur við handilsskúlan, tá ið Ása Rasmussen gjørdist sjúk. Kristoffur Laksá var tá komin í Gøtu í nøkur ár, so Stig G. Ramussen kendi hann og sendi boð eftir honum.

 

Hann hevur sitið við fíggjarligu ábyrgdini síðani tá. Hann og Sonja á Líðarenda keyptu eisini størsta partin av fyritøkuni, men júst nú hevur Kristoffur Laksá lagt frá sær og selt sín part í fyritøkuni.

 

Tey, sum í dag eiga Estra eru teir báðir stjórarnir, Sonja á Líðarenda og Gunvá við Keldu, saman við Signari í Homrum og Jónreid Dalheim. Í dag arbeiða átta fólk fast á Estra Vasti. Ein fyritøka, sum er broytt frá at vera ein prentsmiðja til eina fyritøku sum í dag ger totalloysnir á grafiska økinum.

 

Lesið meira um prentsmiðjuna í Syðrugøtu í Vinnuni í Sosialinum. Blaðið fæst í blaðsølu kring landi og á www.sos.fo