Hava peningastovnarnir mjólkað kundunum?

Finnleif Guttesen, Tvøroyri

Niðurstøðan hjá flest øllum kundum má vera at tað hava teir, tí annars er tað okkurt heilt galið, at lækka rentuna nú, meðan altjóða rentan hækkar.

Peningastovnarnir hava al­ment vátta, at teir hava ráð til hesa rentulækking og kundarnir føla seg tí sjálv­sagt snýttar av, at hava goldið okursrentu í fleiri ár.
Tað er eingin ivi um, at peningastovnarnir við be­ráddum huga hava tikið okursrentu, menn takka verði einum nýggjum stjóra í minsta peningastovninum, ið kom við nýggjum tilboðum til kundarnar, vóru hinir stóru peningastovnarnir noydd­ir at fylgja við.

Endurgjald
Orðataki sigur: tað sum er órættvíst vunnið, ber onga gleði. Støðan í dag vísir, at tað er ósatt, tá peningastovnarnir hava sagt við fjølmiðlarnar, at teir hava ikki rá til at lækka rentuna, tí munurin millum innlán og útlán er so lítil. Tí í dag hava teir lækka útlánsrentuna og hækka innlánsrentuna, so sannleikin frá teimum kann liggja á einum sera lítlum staði.
Um tað er nakar moralur í peningaverðini, er ringt at siga, men at kundarnir hava krav uppá endurgjald, er tað eingin ivi um.