Hava oyðilagt Babylon

Bretskir fornfrøðingar leggja amerikanskar og polskar hermenn undir at hava oyðilagt fornminnini í Babylon

-Tungir amerikanskir og polskir stríðsvognar hava oyðilagt tey 2500 ára gomlu steinsettu túnini í Babylon, og steinarnir, sum Nebukadnezar byghdi múrarnar í býnum við, eru knústir og endaðir í sandsekjum.

Tað skriva fornfrøðingar hjá British Museum í einari nýggjari frágreiðing. Teir vísa á, at polsku herdeildirnar í Irak hava gjørt sær eina støð við oljugoymslum, lóðurgoymslum og tyrlupalli mitt í tí, sum fornfrøðingarnir kalla "heimsins týdningarmesta fornfrøðistaði". Teir siga seg eisini stúra fyri, at olja og annað hevur oyuilagt nógv av tí, sum enn er undir jørð.

Polski verjumálaráðharrin, Jerzy Smjajdzinski, er als ikki samdur við teimum bretsku fornfrøðingunum. Hann sigur við BBC, at teir útlendsku hermenninir hava bjargað Babylon, tí vóru hermenninir ikki komnir hagar, hvødu nógv fornminni endað á svarta marknaðinum.

Ein av teimum bretsku fornfrøðingunum, John Curtis, sigur, at í fyrstani forðaðu hermenninir fyri, at brotsmenn stjólu fornminni í Babylon, men tað var eitt stórt mistak av pólendingum at byggja sær eina herstøð mitt í tí søguliga staðnum, sigur hann.