Hava opið hús í Miðnámsskúlanum í Suðuroy í morgin

Har ber til at fáa kunning um, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru á skúlanum

Í annaðkvøld, týskvøldið, klokkan 19 er opið hús í Miðnámsskúlanum í Suðuroy har øll eru vælkomin at síggja skúlan og fáa ein kaffimunn.

Skúlin sigur, at høvið verður at síggja skúlan, umframt at hitta lærarar, og at síggja undirvísingartilfar, og annað. Samstundis fara tey eisini at kunna um, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru á skúlanum.

Tey siga, at næmingar at greiða frá um skúlan og, um, hvussu tað er at ganga har, og Húsaorkestrið fer at framføra nøkur løg. Freistin at søkja á Miðnám í Suðuroy er mánadagin 15. mars.