Atlantsflog
- Var tekniska støði hjá Atlantsflogi ikki fult út nøktandi, slapp felagið ikki at flúgva.
- So einfalt er tað, sigur Remi Hansen, tekniskur leiðari hjá Atlantsflogi.
Nú sami flúgvari hjá Atlantsflogi tvær ferðir í fimm dagar hevur verið noyddur at fara til Bergen at trygdarlenda fyri tekniskt brek, eru leysasøgur farnar at ganga um, at tekniska støðið hjá føroyska flogfelagnum ikki er á nøktandi støði.
Men tað avsannar tekniski leiðarin, Remi Hansen.
Hann staðfestir, at flúgvararnir hjá Atlantsflogi verða til fulnar røktir eftir forskriftunum hjá framleiðaranum.
- Men fyri alla tíðina at vera eitt stig frammanfyri, hava vit eisini eina skipan, har vit hava betri eftirlit við ávísum pørtum í flogfarinum enn tað, sum framleiðarin ásetir.
Atlantsflog undir støðugum eftirliti
Tekniski leiðarin vísir eisini á, at Statens Luftfartsvæsen, sum er ein óheftur, almennur eftirlitsmyndugleiki undir statinum, hevur eisini støðugt eftirlit við Atlantsflogi, akkurát, sum felagsskapurin hevur eftirlit við øllum øðrum flogfeløgum í ríkinum.
- Umboð fyri Statens Luftartsvæsen eru hjá Atlantsflogi tvær ferðir um árið og her felagið verður gjøgnumgingið.
- Umframt at kanna mannagongdir og skipanir, kannar Statens Luftfartsvæsen eisini tey einstøku flogførini beinleiðis.
Men her hevur onki verið at finnast at.
- Og so seint sum týsdagin kannaði umboð fyri Statens Luftfartsvæsen akkurát hendan flúgvaran, sum mátti til Bergen at trygdarlenda í gjárkvøldið og heldur ikki har var nakað at finnast at.
Men Remi Hansen staðfestir, at ein flúgvari er ikki øðrvísi enn allur annar teknikkur: Tað henda brek viðhvørt.
- Men var tekniska eftirlitið hjá Atlantsflogi ikki á høgum støði, sluppu vit rætt og slætt ikki at flúgva, leggur hann afturat.
Í Atlantsflogi vita tey væl, hvussu stóran týdning álit millum manna hevur og tí verður ikki slakað á hesum øki.
Annars sigur hann, at tað er ómøguligt at siga, akkurát, hvat tað er fyri ólag, sum kom á hendan flúgvaran, sum mátti til Bergen í gjárkvøldið.
Tí ber heldur ikki til, at siga, um tað er akkurát sama brek í luftbremsunum, sum spøkir aftur, ella um talan er um eitt annað brek.
Men fyri at binda um heilan fingur, hevur Atlantsflog gjørt av at senda flúgvaran til tekniska samstarvsfelagan Malmø Aviation í Svøríki.
Hagar skuldi flúgvarin eftir ætlan fara seinnapartin í dag.
- Í Svøríki er ætlanin er gera tað eftirlitið, sum annars vanliga verður gjørt einaferð um árið og ein partur av tí verður so at taka luftbremsuskipanina í botn fyri at tryggja, at alt nú er í lagi.
- Men at brek er í luftbremsunum, er ikki eitt ókent fyribrigdi. Tað er bara sjáldan, at nakað hoyrist um tað, tí tað er ikki so dramatiskt, sigur Remi Hansen.