Landsstýrið hevur onga miðvísa ætlan fyri, hvussu floti hjá Strandferðsluni skal endurnýggjast. Tað váttar Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, fyri Løgtinginum.
Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, spurdi hann, um landsstýrið hevur nakra ítøkiliga ferjuætlan. Tað, hon hugsar um, er, um landsstýrið hevur nakra miðvísa og greiða ætlan fyri, hvussu flotin hjá Strandferðsluni skal endurnýggjast eftir einum ávísum áramáli.
Hon vísir á, at politikarar gera rættiliga nógv burtur úr at leggja langtíðarætlanir fyri tunlar. Hinvegin verða sjóvegis farleiðirnar valla tiknar upp á tungu, og eingin tosar um, hvussu vit skulu tryggja tær.
– Spurningurin er, hvussu vit tryggja teimum, sum framvegis bara bara hava Strandferðsluna á at lýta, eitt gott og trygt ferðasamband, sigur Hanna Jensen. Hon heldur nevniliga, at nettupp hetta hevur stóran týdning fyri at fáa folk at støðast á útoyggj.
– Vit liva í einum oyggjasamfelag, og tað er ikki meiri rímiligt, at vit eisini hava eina ætlan fyri okkara sjóvegis samferðslu, og ikki bara leggja alla orku í at gera tunlar.
Men Henrik Old, landsstýrismaður ásannar, at tað er ikki gjørd nøkur ferjuætlan. Men í samferðsluætlanini hjá Landsverki verður spurningurin umrøddir og har er ein frágreiðing um støðuna, og hvørji stig eru neyðug at taka, bæði viðvíkjandi ferjum og havnarløg.
– Har verður víst á, at ferjurnar, sum sigla til Svínoyar og Fugloy, til Nólsoyar og til Kalsoyar, eru ótíðarhóskandi. Men tað er eisini merkisvert, at tað verður eisini staðfest, at ongar av teimum ferjunum eru smíðaðar til ta rutuna, tær sigla, sigur Henrik Old.
Hann sigur, at leiðslan á Strandferðsluni arbeiðir støðugt við eini ætlan um at útvega nýggjar ferjur og í tí sambandi mælir Strandferðslan til, at nýggjar ferjur verða gjørdar til siglingina upp á Svínoy og Fugloy, til Nólsoyar, til Kalsoy, og til siglingina upp á Skúgvoy.
Men Landsstýrið hevur onga ætlan lagt, og Henrik Old staðfestur, at allar ferjurnar verða ikki gjørdar ísenn, so tað fer at taka nøkur ár, at endurnýggja flotan.