Alla hesa vikuna hevur løgreglan í Havn gjørt kanningar av ólógligum prutlum.
Higartil hevur løgreglan lagt hald á omanfyri 30 prutl, sum eru ólóglig, tí tey kunnu koyra skjótari enn tann loyvda ferðin.
- Ólóglig prutl er ein stórur trupulleiki í øllum landinum, og í hesum døgum gera vit eitt átak í Havnini, har vit miðvíst royna at finna tey ólógligu prutlini. Ætlanin er at fara út um alt landið við hesum átakinum, sigur Jógvan Páll Joensen, vakthavandi løgreglumaður á Politistøðini í dag.
Prutlini, sum løgreglan hevur lagt hald á, verða nú skúvað sundur fyri at vita nágreiniliga, hvat er broytt í teimum, soleiðis tey kunnu koyra skjótari enn loyvt er.
Vanliga mannagongdin er tann, at ólógligu lutirnir verða fyribeindir, og eigararnir av prutlunum mugu gjalda bót fyri at fáa prutlini aftur.
Á tíðindasendingini á middegi greiddi Jógvan Páll Joensen frá trupulleikanum við ólógligum prutlum. Til ber at hoyra alla samrøðuna niðanfyri.