Hava nú stovnað felag at gera Suðuroyartunnilin

Ætlanin var at stovna tað í heyst og nú er tað veruleiki

Nú er felagið, sum skal standa fyri at gera Suðuroyartunnilin, stovnað. Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur boðað frá, at felagið skuldi stovnast í heyst og nú er tað so skrásett í dag, tann  10. novembur - dagin eftir at løgtingsvalið varð útskrivað.

 

Talan er um eitt alment partafelag og partapeningurin er fýra milliónir og tey, sum manna nevndina eru væl kend við undirsjóvartunlar tí tey hava tilknýti til undirsjóvartunlarnar, sum eru gjørdir. Nevndarformaður er Bergur Poulsen á Skála og næstforkvinna er Marita Súsanna Hentze á Argjum. Nevndarlimir eru Gudmund Mortensen á Tvøroyri, Mathea Hilduberg í Havn og Uni Danielsen í Hoyvík. Tey eru øll í nevndini, sum stendur fyri arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Stjóri fyri felagnum er Teitur Samuelsen, sum eisini er stjóri í felagnum, sum stendur fyri arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Endamálið hjá felagnum er at gera undirsjóvarunnil ímillum Sandoy og Suðuroy, og teir vegir, sum krevjast í sambandi við tað. Endamálið er eisini reka tunnilin, tá ið hann er gjørdur.