Hava nú skipað seg

Ongar broytingar eru gjørdar í ábyrgdarbýtinum hjá ymisku nevndarlimunum í Heilafelagnum.

Á nevndarfundi í Heilafelagnum í dag hevur nevndin skipað seg. Ongar broytingar eru gjørdar í ábyrgdarbýtinum hjá ymisku nevndarlimunum, sum øll vórðu afturvald á aðalfundinum tann 9. apríl.

 

Sostatt er Maud Wang Hansen, framvegis forkvinna, Emil Michelsen er næstformaður, Estur Lognberg er kassameistari, og Ann Hovland og Jógvan Telling eru nevndarlimir.

 

Fyrstvaldi tiltakslimur er Tove Johansen, og næstvald er Suneva Davidsen.

 

- Nevndin sær fram til tann 20. mai klokkan 13.30, tá MBF fyllir 35 ár. Her síggja vit fram til at hitta limir og onnur á okkara bási í Norðurlandahúsinum, sigur felagið í tíðindaskrivi í dag.

 

Í heyst skipar Heilafelagið fyri útferð fyri limum til Depilin í Skálavík.

 

- Umframt hetta verður eisini skipað fyri nøkrum felagstiltøkum. Til ber at kunna seg um tiltøk og annað á facebook, har Heilafelagið hevur eina almennan bólk, sigur nevnd felagsins.