Løgtingið hevur beint nú við stórum meiriluta samtykt at seta eina nevnd at kanna um grundarlag er fyri at reisa ákæru móti fyrrverandi landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, og fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum, Jacob Vestergaard fyri, brot á løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna. Nevndin skal kanna um teir báðir við vilja, ella av grovum ósketni, hava skúgvað til viks tær skyldur, sum liggja á teimum, sum landsstýrismenn.
Tað er í málinum um teir nógv umstríddu løgggildu grannskoðararnar, at hesi málini eru tikin upp og grundarlagið fyri uppskotinum er úrslitið av kanningini hjá Løgtingsins Umboðsmanni í hesum máli.
Tá ið hetta varð samtykt, vóru tað bara seks tinglimir, sum ikki atkvøddu fyri og teir vóru í høvuðsheitum úr Fólkaflokkinum.
Men eisini Gerhard Lognberg var ivingarsamir um at brúka skattaborgarans pening til slíkar kanningar. Hann mælti heldur til, at umstríddu grannskoðarar heldur fingu kravboð um at fara upp til tær próvtøkur, teir manglaðu