Hava nógv at spæla fyri

Ein sigur í kvøld, kann geva Føroyum fyrimun í UEFA Nations League kappingini, ið byrjar komandi ár

Føroyar spæla í kvøld seinasta HM-undankappingardystin á hesum sinni, tá Føroyar klokkan 19:45 í kvøld spæla móti Ungarn á útivølli. 

 

Komandi ár skal Føroyar royna seg í einari nýggjari kapping. Tað er kappingin UEFA Nations League, ið er kapping fyri landslið í Europa, sum skal avloysa tað at lond spæla venjingardystir ímóti sær. 

 

UEFA Nations League kappingin er býtt í fýra deildir – division A, division B, division C og division D. Undan dystinum móti Ungarn í kvøld, er greitt, at Føroyar við fullari vissu kemur at spæla í division D til komandi kappingarár. Vinnararnir av teimum fýra divisiónunum, tryggja sær øll beinleiðis pláss til EM-endaspælið í 2020, meðan EM-undankappingin, ið verður spæld aftaná UEFA Nations League kappingina, gevur restina av plássunum til EM-endaspælið.

 

Ein sigur móti Ungarn í kvøld, kann geva Føroyum ein góðan fyrimun til seedingina í división D. Í tí deildini er seedingin býtt upp í fýra pottar. Undan dystinum móti Ungarn í kvøld, er Føroyar seedað í potti 2 í division D til UEFA Nations League kappingina, men ein sigur í kvøld, vil flyta Føroyar upp í pott 1, soleiðis at vit kunnu koma framum Georgia til seedingina.

 

Hendir tað, eru ógvuliga góð útlit fyri, at vit koma at fáa eitt gott lutakast til UEFA Nations League kappingina, sum byrjar komandi ár.

 

Deildirnar, ið verða kallaðar Nations League A, Nations League B, Nation League C og Nations League D 4 til UEFA Nations League síggja annars í løtuni soleiðis út.

 

Nations League A:

Pot 1: Týskland, Portugal, Belgia, Spania

Pot 2: England, Sveis, Frakland, Italia

Pot 3: Pólland, Ísland, Kroatia, Eysturríki/Holland/Svøríki

 

Nations League B:

Pot 1: Wales, Russland, Eysturríki/Svøríki, Slovakia/Holland

Pot 2: Ukraina, Írland, Slovakia/Svøríki, Norður Írland/Bosnia

Pot 3: Danmark, Kekkia, Norður Írland/Bosnia, Turkaland/Ungarn

 

Nations League C:  

Pot 1: Rumenia, Skotland, Slovenia, Turkaland/Ungarn

Pot 2: Serbia, Albania, Noreg, Grikkaland

Pot 3: Montenegro, Ísrael, Bulgaria, Finnland/Kýpros/Estland

Pot 4: Finnland/Kýpros/Estland, Finnland/Kýpros/Estland, Litava/Hvítarussland

 

Nations League D:

Pot 1: Azerbadjan, Makedonia, Georgia, Litava/Hvítarussland

Pot 2: Armenia, Føroyar, Lettland, Luksemborg

Pot 3: Kazakstan, Moldova, Liktinstein, Malta/Andorra

Pot 4: Kosovo, San Marino, Gibraltar, Malta/Andorra

 

* Tey liðini, ið verða skrivaði við / er ikki full vissa um hvar tey enda.

* Føroyar hava í løtuni 15.110 stig. Um Føroyar vinna 1-0 á Ungarn í kvøld, fáa Føroyar 1.620 stig afturat, og enda við 16.730 stigum. Tað vil vera nokk til at fáa Georgia aftur í potti 1, ið er liðugt við sína undankapping og sum er á 16.523 stigum. Ein javnleikur gevur bert 800 stig, ið er ov lítið til at fáa Georgia aftur.