TRIVNAÐUR
Tá Nólsoyar kommuna fyri góðum fýra árum síðani legði saman við Havnar kommunu, var mest sum klárt at fara undir byggibúning av níggju nýggjum grundstykkjum eystanvert nýggja barnagarðin. Men enn liggur økið órørt, og tað eru nólsoyingar ikki serliga fegnir um.
- Vit hava longu mist tvær ungar barnafamiljur, sum eru rýmdar av oynni og sett búgv aðrastaðni, tí einki grundstykki er at fáa fatur á í Nólsoy, sigur Guðrun Hansen, leiðari av barnagarðinum í bygdini.
Tað undarliga í hesum er eisini, at samstundis, sum ungar familjur einki fáa at búgva í, standa ikki færri enn 43 hús tóm í Nólsoy, og hóast einki er hjá myndugleikunum at gera við tað, er tað eitt paradoks.
Men eitt er, sum myndugleikarnir kunnu gera nakað við, og tað er at gera grundstykkini byggiklár.
- Nú lýsir kommunan við, at tey, sum hava áhuga í einum grundstykki í Nólsoy, skulu boða frá innan 16. mars við bankaváttan um, at tey hava fígging til grundstykkið. Og tað merkir bara eitt, og tað er, at einki grundstykki verður selt í Nólsoy nú, og tað skjýtur so ætlanina um byggibúning fleiri ár út í framtíðina, sigur Guðrun Hansen.
Hon fílist eisini á, at ætlanin við randarhúsunum er slept, tí hetta høvdu verið hús, sum fólk høvdu havt ráð at keypt.
- Tey høvdu verið nógv bíligari, bæði í keypsprísi og í rakstri, sigur Guðrun Hansen.
Framúr barnagarð
Hon heldur, at alt hetta hendir samstundis sum Nólsoy hevur so ógvuliga nógv at bjóða ungum familjum.
- Ferðasambandið er vorðið ógvuliga gott og gevur rúm fyri so at siga øllum aktivitetum, sum Havnin kann bjóða. Ritan siglur hvørt kvøld klokkan 22 úr Havn, og tað gevur pláss fyri biograftúri, kvøldskúla og ørðum tiltøkum, sigur Guðrun Hansen.
Og so nevnir hon eisini stovnin, har hon sjálv er leiðari.
- Vit hava ein ljósan og góðan barnagarð, sum er nomineraður til 40 børn. Men tilgongdin er ógvuliga lítil. Í løtuni kunnu vit vænta tvey børn í vøggustovu komandi árið, og tað er ikki nógv, sigur Guðrun Hansen.
Hon nevnir eisini umhvørvið í Nólsoy, sum er ógvuliga barnavinarligt.
Í barnagarðinum í Nólsoy – sum eitur Látrið – ganga tilsamans 35 børn. Tey eru býtt upp í tríggjar aldursbólkar.
- Vit hava í løtuni 11 børn í vøggustovu í aldrinum 0 til 4 ár, 11 børn í barnagarðinum í aldrinum 4-7 ár og 13 børn í frítíðarskúlanum í aldrinum 7-10 ár, sigur Guðrun Hansen.
Í Látrinum starvast átta fólk sum pedagogar og hjálparfólk, meðan trý fólk aftrat eru tengd at reingerðini.









