Hava nú funnið fimm lík

Fimm fólk eru framvegis saknað eftir leirskriðulopið í Ask, sum tók níggju hús, har tilsamans 31 fólk búðu.

 

VG veit í morgun at siga, at leitingin eftir fólki í ógvusliga leirskriðulopinum í Ask í Gjerdrum kommunu í Noregi heldur fram.

Dentur verður lagdur á, at leitað verður eftir fólki, sum hava yvirlivað náttúruvanlukkuna, men seinastu dagarnar hevur tíverri ikki eydnast at finna nakran á lívi.

Nú eru fimm lík funnin í leivdunum. Eitt lík varð funnið fríggjadagin, trý vórðu funnin í gjár, leygardagin og soleiðis, sum VG ber tíðindini í morgun, er eitt lík aftrat funnið í dag, sunnudagin.

Leitað hevur eisini verið í nátt. 

Fimm fólk eru framvegis saknað eftir leirskriðulopið, sum tók níggju hús, har tilsamans 31 fólk búðu.

Sagt verður úr Noregi, at skriðulopið framvegis er óstøðugt, sum merkir, at vandi framvegis er fyri, at tað kann leypa meira. Hetta ger eisini, at leitingararbeiðið er avbjóðandi og ikki vandaleyst.

Um hesa leinkju sæst, hvussu truplar umstøðurnar eru, tá slíkt hendir, sum hendi í Ask í Gjerdrum kommunu, har fundamentið, sum húsini standa á, hvørvur, og húsini rapa - https://www.tv2.no/v/1621884/

##med2##