Hava lungnasjúku uttan at vita tað

Umleið 250.000 danir hava lungnasjúkuna KOL, uttan at tey vita av tí, sjálvt um tað er lætt hjá læknunum at staðfesta sjúkuna. Tað sigur TV2. Í nógvum førum hava fólk havt sjúkuna í fleiri ár, uttan at læknarnir eru komnir eftir, hvat teimum bagir, og tá sjúkan endiliga verður straðfest, er tað ofta ov seint.

Tað hendir eisini, at sjúklingar hava verið á sjúkrahúsi fleiri ferðir, uttan at sjúkan er staðfest. Hildið verður, at 20 prosent av sjúklingunum á medisinsku deildunum á teimum donsku sjúkrahúsunum, hava KOL.

Fyri fýra árum síðani mælti danska heilsustýrið til, at allir sjúklingar oman fyri 35 ár, sum roykja ella hava roykt fyrr, og sum hava ein ella annan trupulleika við lungunum, skuldu kannast fyri KOL. Men læknarnir hava ikki fylgt hesum tilmælinum, sigur TV2.

KOL er tað, sum ofta verður rópt roykjaralungu, og sum stendst av tubbaksroyking ella ov nógvum dusti í lungunum.