Hava longu ein ávísan marknað

- Á Eiði verður roykikapasiteturin einar átta ferðir so stórur sum á virkinum við Norðskála, sigur Hans Marius í Byrgi.

 

Umstøðurnar, sum Sjógæti fær á virkinum, sum er keypt frá Vaðhorn Seafood á Eiði, kunnu slett ikki samanberast við umstøðurnar, sum Sjógæti í dag hevur á lutfalsliga lítla virkinum við Norðskála, har tey eisini hava nógvar ymiskar framleiðslur.

 

Við Norðskála hevur Sjógæti seinastu trý árini gjørt sær góðar royndir við at roykja fiskavørur, og nú farið verður undir at roykja makrel og sild á Eiði, er ætlanin, at roykingin av laksi framhaldandi skal vera á virkinum við Norðskála.

 

- Vit hava longu nú ein hampiligan marknað fyri royktar vørur í Danmark, og haraftrat verður nakað selt til Italia og Spania. Ein av orsøkunum til, at vit ikki hava. gjørt meira við tað roykta, er kapasiteturin, sum higartil hevur verið rættiliga avmarkaður.

 

Stjórin í Sjógæti, Hans Marius í Byrgi, sigur, at roykikapasiteturin á virkinum á Eiði verður einar átta ferðir so stórur, sum tann kapasitetur, tey hava við Norðskála í dag. Á virkinum við Norðskála er eisini neyðugt at passa roykiframleiðsluna til aðrar framleiðslur á virkinum.

 

- Um vit ikki gera okkum størri royndir við royking, koma vit ikki nógv longur, enn vit eru í dag. Vit hava gjørt av at taka hetta stigið og økja um kapasitetin við royking, og vit trúgva upp á hesa verkætlan, sigur hann.

 

Hans Marius í Byrgi væntar, at keyparalondini av royktu vørunum í størstan mun verða í Evropa og Suðurevropa, og hann heldur, at møguleikar kanska eisini verða eystan fyri, møguliga í Ruslandi.

 

- Royktur makrelur verður etin víða um, og sama er við laksi. Svartkalvi er eisini góður og umtóktur royktur fiskamatur. So, vit hava góðar vónir um, at hetta fer at eydnast, sigur stjórin, sum leggur aftrat, at tað verður Sjógæti, sum stendur fyri framleiðslu og rakstri á virkinum á Eiði.

 

Lesið størri samrøðu við Hans Marius í Byrgi í vinnublaðnum, sum er í VikuskiftisSosialinum í dag.