Hava øll átt eitt pláss

Sjálvan 14. september er ein oddagrein í Dimmalætting við heitinum: »Øll eiga eitt pláss«. Lat meg skunda mær at siga, at hetta taki eg undir við, eisini endnum á greinini: »Vit mugu ikki kasta okkara føðiland út í eljustríð, hatur og øvund.«

Guð gævi, at Dimmalætting nú fer at liva eftir egnum orðum.

Hvør vann 14. september 1946? Og hvør stóð hjálpurt av dønum sum sigursharri. Fyri kortum skrivaði ein abbadóttir um abban, sum var koyrdur frá. tí hann tosaði føroyskt við føroysk børn í skúlanum. Hetta er ikki eindømi. Hvør einasta ætt, sum hevur hoyrt til sjálvstýrisvongiin hevur sína søgu at siga.

Hvussu hava tey verið viðfarin alla hesa øldina, sum hava roynt at arbeiða fyri tí føroyska?

Nú er Dimmalætting bara eitt navn og broytist sjálvandi við teimum fólkum sum skriva og stjórna henni. Lat farið vera farið, tí eg kundi eisini sagt mína søgu um Dimmalætting.

Havi fyrr tikið upp eftir Sigurd Joesen, at hann býtti ikki føroyingar upp í kirkjufólk ella brøðrafólk, sambandsfólk ella sjálvstýrisfólk, fyri honum vóru allir føroyingar. Havi roynt at liva eftir hesum, meira ella minni væleydnað.

Eisini plagdi eg at minna á, at vit øll eiga rvær ommur og tveir abbar, sum ikki so sjálvdan drógu hvør sína línu í sjálvstýrismálinum.

Tað eru tveir partar í hesum máli, tað má oddagreinaskrivarin ikki gloyma. »At sáa iva um føðilandsgóðskuna í samband við politiskt tjak er ófyrigeviligt og landaskaði-ligt.«

At lesa ein tílíkan setning í Dimmalætting gleðir meg, og tað eg nú skrivi, siti eg ikki av beiskleika ella fyri at ilneitast og brigslast.

Aftaná kríggj komu nógvir føroyingar heim, flestu teirra uppald á bygd, men tey vóru skírd asfaltføryingar, altso ikki rættir føroyingar. Allur tjóðveldisflokkurin var kommunistiskur og vildi sleppa at tæna Sovjet, og javnt settur við landasvíkjarar.

Sjálvur var eg eisini skírdur kommunistur og tí ikki rættur føroyingur.

Aftur fyri, at eg hevði lært í Danmark (eri føddur, meðan Føroyar var eitt reint danskt amt), skuldi eg ikki hava loyvi til at hava eina politiska meining. Harafturat var eg lærari, og tá danir goldu nakað av læraralønini, skuldi eg bara tiga um føroysk samfelagsmál. Hetta var júka, eisini tey árini eg var á háskúla, og júkarnir vistu, at háskúlin var reint føroyskur. So seint sum í hesum árinum hevur tú kunnað lisið tílikt. Og Høgni Hoydal sum er úr ættarliðnum hjá mínum børnum, hann skal eisini makka rætt, t.v.s. hava somu meinig sum sambandsflokkurin og javnarflokkurin. At hann eigur eina fitta danska ommu, sum hevur livað meðinpartin av lív-inum her, verður eisini brigsla honum. Eisini at hann hevur lært í Danmark, er føddur har o.s.fr. Altso ikki rættur føroyingur.

Tað tænir ongum endamáli at halda framvið at reksa allan órættin upp, sum minnilutin í Føroyum, sjálvsstýrisfólkið, hevur liðið undir av einum meiriluta, sum bert var ein meiriluti, tí teir vórðu hjálptir av aðrari tjóð.

Føroyingar kunnu nústani byrja so dánt at lesa eitt sindur um sína egnu søgu tí »føðilandsgóskan« hjá summum føroyingum var vorðin skift út við egingóðskuna.

Lønin var ofta feit størv. Skuldi tú skriva søguna fullu langir myrkir skuggar á føroyingar, sum høvdu verið nógv frammi og havt stórt vald. Men tíðin fer eisini frá teimum. Hvør tosar um tey, sum vóru ímótu fólkastýrinum t.d. Eingin águgi kann nú vera fyri fólki, sum í sínari tíð av øllum alvi bardist móti føroyska málinum, flagginum og vóru fyri at vit skuldu verða eitt amt. Hesi fólk vera við tíðini bert nevnd í eini klombru. Um tey gingu í føroyskum klæðum ella ei og ótu skerpikjøt, dansaðu føroyskan ella enskan dans. Eingin spyr um tað. Sjálv søgan fer framvið teimum, hvussu so søgufrøðingarnir spenna seg út. »Tínar gerðir og gerningar døma teg, ikki eg«


Steinbjørn B. Jacobsen