Løgreglan í Havn hevur nú tikið tað óvanliga stigið at leggja hald á bilin hjá einum bilførara. Tað hendir eftir at sam bilførari, sum bara er 18 ára gamal, er tikin óteljandi ferðir fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hann varð tikin enn einaferð í síðstu viku og tá tók lægreglan stig til at leggja hald á bilin.
Les eisini: Tikin óteljandi ferðir fyri rúsdrekkakoyring
Spurningurin um heimildina at leggja hald á bilin skuldi kortini til viðgerar hjá løgfrøðingunum hjá ákæruvaldinum. Men løgreglan sigur, at har var niðurstøðan, at tað er heimild at leggja hald á bilin í slíkum førum. Hald verður lagt á bilin fyri at at tryggja at hann ikki koyrir ávirkaður av rúsdrekka einaferð afturat – í hvussu so er ikki í hasum bilinum.
Síðani er ætlanin at selja hann á uppiboðið fyri allar bøturnar, sami bilførari hevur fingið fyri øll lógarbrotini, hann hevur framt.
Maðurin verður somuleiðis ákærdur og tá ið málið fer í rættin, verður endaliga avgjørt, hvør revsingin verður.
|