Hovstunnilin
Arbeiðið upp á Hovstunnilin gongur sum ætlað.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur, at nú eru teir komnir 1055 inn í fjallið og sostatt hava teir lagt tann fyrsta kilometurin aftur um bak.
Tilsamans er tunnilin 2.450 metrar.
Teir fyrstu 300 metrarnar vóru torførir at hava við at gera, tí har var fjallið so vánaligt. Men tað vistu tey av, so tað kom ikki óvart á nakran.
Men Hesin teinurin kravdi sostatt nógva trygging við tað, at tunnilsloftið mátti boltast og sproytast við betongi.
Men nú hevur fjallið verið betri og boringin gongur sostatt eisini væl skjótari.
Í løtuni verður bara borað øravíkarmegin. Men í Hovi er tilfarið grivið omanav og komið er væl áleiðis at bora og spreingja fyri tilkoyringarvegnum og inntakinum.
Tá klárt er Hovsmegin er ætlanin at spreingja tunnilin frá báðum síðum, men Oyvindur Brimnes sigur, at tað verður ikki fyrrenn eftir summarfrítíðina, at sett verður á hovsmegin eisini.
Sostatt kann staðfestast, at arbeiðið gongur sum ætlað.
Ætlanin er, at tunnilin skal verða sprongdur ígjøgnum í ár. So skal næsta ár brúkast upp á at gera hann koyrikláran og við ársskiftið 2007-2008 skal hann verða klárur at taka í brúk.
Hetta er sjálvandi um so er, at onki óvæntað hendir. Í øllum førum vita tey, at seinni er eitt strekki afturat, har tilfarið er vánaligt.