Hava kosið vakrasta enska orðið

Flestu fólk uttan fyri Bretland halda, at orðið "mother" er tað vakrasta orðið í tí enska málinum.

Mentanarstovnurin British Council hevur spurt 40.000 fólk í øðrum londum, hvat orð tey halda vera tað vakrasta í tí enska málinum. Nógv tey flestu svaraðu, at "mother" er tað vakrasta enska orðið.

Á øðrum plássi kom orðið "passion". Millum onnur væl umtókt ensk orð kunnu nevnast "lollipop", "butterfly", "bumblebee", "smile" og "love".

Í ár eru 70 ár liðin, síðani British Council varð sett á stovn, og í tí sambandi setti felagsskapurin sær fyri at finna tey 70 best umtóktu ensku orðini. Stovnurin hevur 220 skrivstovur í 110 londum kring allan heimin.