Hava kommunurnar røktarheimstørv?

Jacob Vestergaard
__________

Henda spurningin kann ein seta sær nú kjakið um tørvin á røktarheimsplássum enn einafer hevur tikið seg upp kring landið, serliga í Suðuroynni, har kommunurnar hava fingið eitt "serligt" tilboð frá landsstýrinum.
Fyri at fáa greiðu á hesum spurningi, er neyðugt at hyggja at ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur. T.v.s. hvørjar uppgávur/ tænastur kommunurnar skulu taka sær av og hvørjar uppgávur/ tænastur landið skal taka sær av.
Kommunurnar hava alla tíðina miðja eftir og arbeitt fram ímóti at fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýri millum land og kommunur. Við einum greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýri hevði ongin ivi verið um, hvørki millum politikarar ella borgarar, hvør eigur at røkja tær ymisku uppgávurnar, landið ella kommunurnar.
Undanfarna samgonga setti gongd á hetta arbeiði, og saman við kommununum var farið undir eina miðvísa tilgongd, fyri at náa hesum málsetningi. Samstundis var funnið útav, hvussu skipast skuldi fyri, tá kommunurnar skuldu yvirtaka málsøkir/ uppgávur frá landinum, m.a. í álitinum "um uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur".
Umframt at lýsa hvørji málsøkir/ uppgávur eiga at røkjast av kommununum, var sligið fast, at kommunurnar skulu valda og gjalda fyri tey málsøkir/ uppgávur tær yvirtaka. Býtið av skatinum millum land og kommunur skuldi broytast, so kommunurnar skuldu fáa lutfallsliga størri part av skattinum. Fyri at javnstilla kommunurnar í mest møguligan mun, skuldi ein skipan við at útjavnað kommunala skattin setast í verk.
Kommunurnar vóru sinnaðar til at átaka sær fleiri uppgávur, og vóru farnar undir neyðuga fyrireikingararbeiði.
Tað vísti seg tó, at bæði land og komunur høvdu trupult við at halda seg til avtalaða politikkin, nevniliga at fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Fleiri dømir eru um tað. Soleiðis byrjaðu kommunurnar at hjálpa landinum at røkja uppgávurnar á eldraøkinum, hóast hetta økið var og framvegis er ein landsuppgáva burturav.
Samstundis sum kommunurnar mótmæltu, at landið legði fleiri útreiðslur /uppgávur á kommunurnar, á ymiskum økjum, uttan at tann neyðugi peningurin fylgdi við, brúktu kommunurnar nógvan pening til at hjálpa landinum at røkja eldraøkið.
Hesin politikkur er í ansøgn við tað sum kommunurnar altíð hava vilja, nevniliga at fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
Við tí ætlan sum fyrilá, at kommunurnar skuldu yvirtakað eldraøkið, var tað tó ein meining í, at kommunurnar byrjaðu at gera íløgur á eldraøkinum, hóast hetta átti at verið gjørt eftir einari neyvari ætlan, avtalað millum land og kommunur, um hvussu partarnir í felag skuldu útbyggja økið.
Nú er støðna ein heilt onnur. Sitandi samgonga hevur onga greiða ætlan um at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita.
Hóast hetta, vil landið framvegis hava, at kommurnar brúka sínar skattakrónur til at hjálpa landinum at røkja uppgávurnar á eldraøkinum.
Tað hevur eydnast landinum sera væl at fáa kommunurnar at brúka pengar til eldraøkið, ja so væl, at í Suðuroynni verður tað nevnt eitt "serligt tilboð", at kommunurnar sleppa at gjalda til eitt økið, sum fult og heilt er ein landsuppgáva.
Niðurstøðan er greið, "kommunurnar hava ikki nakran røktarheimstørv", sum fleiri kommunalpolitikarar og onnur tykjast at halda.
Harvið er ikki sagt, at tað ikki er ein røktarheimstørvur. Fyrst og fremst eru tað okkara eldru borgarar sum hava tørv á ymiskum tænastum, eisini á røktarøkinum, tænastum, sum landið eigur at veita teimum. Tí kann tað heldur sigast, at landið hevur tørv á, m.a. at útvega røktarheimspláss.
Sum er hvar vit fleiri ymiskar loysnir á eldraøkinum. Um landið veruliga skuldi komið við einum tilboði til Suðuroynna, t.v.s. tey eldru í Suðuroynni, átti landið sjálvt at bygt ellis- og røktarheim í Suðuroynni, á sama hátt sum gjørt var í Sandoynni fyrst í 90-árunum.
Kommunurnar í Suðuroynni hava meir enn nokk við at røkja tær uppgávur, sum tær eiga at taka sær av. Vit hava júst hoyrt um trupulleikarnar á umhvørvisøkinum, har stórar íløgur skulu gerast í Vági og á Tvøroyri, fyri at fáa eina nøktandi skipan fyri spillvatni.
Landið og kommunurnar eiga í felag at taka arbeiði uppaftur við at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita.
Hetta kann gerast yvir eitt tíðarskeið, eftir einari fastari ætlan, har land og kommunur í felag útbyggja eldraøkið, við teimum ymisku tilboðunum, sum tey eldru hava tørv á, til kommunurnar at enda yvirtaka alla ábyrgdina av økinum. Hetta eigur at gerast eftir tí leisti, sum skotin er upp í álitinum um ?uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur".
Kommunurnar í Suðuroynni hava ikki nakran røktarheimstørv. Tær kunnu so taka støðu til, um tær eru so væl fyri fíggjarliga og so væl fyri viðvíkjandi kommunalum tænastum, at tær meta tað verða rætt at brúka pengar til eitt øki, sum landið eigur at taka sær av.
Hvussu leikur fer, vil tíðin vísa, men eitt er vist, landið kann ikki geva kommununum ábyrgdina av manglandi tilboðum á eldraøkinum. Tað ábyrgdina hevur landið fult og heilt.