Føroyska alivinnan mennist í hvørjum. Og so hvørt hon mennist, er eisini neyðugt at byggja út fyri at kunna fylgja við.
Tað hava klaksvíkingar sjálvandi eisini ásannað.
Eitt lið í menningini hjá einum av teimum stóru alibrúkunum í Føroyum, Faroe Salmon í Klaksvík er, at teir nú hava keypt ein nýggjan brunnbát.
Báturin er keyptur úr Noregi og kostar 14 føroyskar milliónir.
Báturin er eisini smíðaður í Noregi, á Aas skipasmiðjuni í Vestnes.
Hann er fimm ára gamal, men er sera væl hildin og sær út sum spildurnýggur.
Hetta er samstundis nógv tann størsti brunnbáturin, sum er í landinum.
Jón Purkhús á Faroe Salmon sigur, at báturin kann føra heili 50 tons av livandi laksi, uttan at tað neyðugt at seta súrevni til.
Lastin er 330 kubikk. Báturin er 27 metrar langur, 8 metrar breiður og hann er 5 metrar djúpur.
Hann hevur 600 hestakreftir í maskinrúminum og tað gevur honum eina ferð upp á 10 míl. Hann hevur eisini ein krana sum lyftir 25 tons.
Nýggi brunnbáturin hevur fingið navnið ?Stígabrúgv?.?
Jón Purkhús sigur, at ætlanin er fyrst og fremst at hava hendan brunnbátin til egna nýtslu, men leypir tíð av, ber tað eisini til hjá øðrum at leiga hann, um brúk er fyri tí.
Men tað er onki at ivast í, at nýggi brunnbáturin fær nokk at gera, tí Faroe Salmon hevur fýra alibrúk og eina smoltstøð í Syðradali í Kalsoynni.
Alibrúkini eru á Borðoyarvík, í Klaksvík, í Hvannasundi og í Haraldssundi.
Tilsamans alir Faroe Salmon 8000 tons av laksi í ár.
Á moltstøðini fáa teir nú 2000 smolt undan um árið, men Faroe Salmon er eitt alibrúk í rúkandi menning.
Og tann nýggi brunnbáturin lýsir fullvæl, hvussu skjót menningin er. Tí fyri fýra árum høvdu teir ein brunnbát, sum tók 15 tons av livandi laksi og hann var nóg stórur tá. Men nýggi brunnbáturin er, sum sagt, meiri enn tríggjar ferðir so stórur.
Heri Hjelm í Vági hevur nú keypt tann gamla brunnbátin.
Og tað skilst eisini, at teir ætla ikki at liggja á løtu síðini á Faroe Salmon, tí Jón Purkhús sigur, at teir royna alla tíðina at menna alingina eftir umstøðunum.
Teir ætla at fáa 3.000 smolt undan og tey næstu árini ætla teir eisini alsamt at økja alingina.
Ein fløskuhálsur
Men Jón Purkhús sigur, at tað er eitt sindur óheppið, at tað ikki er meiri smolt til.
? Smoltalingin mennist í hvørjum, men alingin av laksi mennist líka skjótt, so tað er ikki meiri enn at smoltalararnar klára at fylgja við, so tað er akkurát so at tað gongur hvørt einasta ár.
Hann heldur tí, at meiri ferð átti at komið á smoltalingina.
? Tað rætta hevði verið at havt eitt sindur ov nógv av smolti.
? Fellisár kunnu taka seg upp av ymsum orsøkum. ? Men meiri umráðandi er tað kanska, at var nokk av smolti, høvdu vit kunna sloppið undan at sett vánaligt smolt út, men kundu valt tað besta burturúr, sigur Jón Purkhús.sleppa langar túrar, uttan at tey noyðast á koyriveg. Gongutunnil er longu gjørdur undir landsvegnum til, so at fólk kunnu ganga eftir gøtum langt inn í dalin, heilt inn í viðalundina.
Broyta ellis- og røktarheimið
Tá ið sambýlið á Tvøroyri er tikið í nýtslu, eru sostatt yvir 30 búpláss til eldri, umframt eini seks umlættingarpláss komin afturat í Suðuroynni uppá.
Bergur Bærendsen sigur, at tað skuldi so lætt trýstið á Ellis- og røktarheimið á Tvøroyri munandi og gjørt tað møguligt at umskipa viðurskiftini eitt sindur.
Hann sigur, at uppskotið hjá Tvøroyrar Býráð er, at ellis- og røktarheimið verður gjørt til røktarheim burturav, ímeðan sambýlini verða til ellisheim burturav, tvs, at sambýlini verða til tey eldru fólkini, sum eru meiri og minni sjálvbjargin.
Hann er greiðir yvir, at hetta fer at krevja eina væl størri játtan til ellis- og røktarheimið, enn tað nú fær.
Men hann heldur kortini, at tað er neyðugt at samskipa eldrasambýlini og ellis-og røktarheimið, tí tað er óheppið at røktarsjúklingar og frísk og ferug eldri fólk saman.
? Tað er neyðugt, at landsuppgávan á eldraøkinum verður at geva røktarsjúklingunum sømilig kor ímeðan kommunurnar so kunnu taka sær eldraíbúðum av ymsum slag, sigur Bergur Bærendsen.