Vágs Kommuna hevur nú samtykt at keypa søguligu Garðabrúgv innast í Vágsfirði. Tað varð samtykt á býráðsfundi ígjárkvøldið. Men ikki var hon dýr, tí keypsprísurin var ein króna.
Tað var felagið D.J. Vilhelm við Alexander Vilhelm, sum keypi Garðarnar men síðani hava tey selt burtur av aftur.
Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at Vágs Kommuna skuldi keypa Garðabrúgv, men tað kom ongantíð upp í lag. Men nú er málið og avgreitt og semja er um, at kommunan skal keypa brúnna fyri eina krónu.
Garðabrúgv er søgulig, tí hon var ein av miðdeplinum fyri vinnuliga virkseminum í Vági tað mesta av eini heilari øld.
Seinni árini er hon mest brúkt í sambandi við frítíðarvirksemi, og annað, eitt nú í sambandi við grundabátarnar, eins og ítróttarháskúlin ger nógvb brúk av henni. Og annars er hon brúkt í ferðavinnuhøpi í aðrar mátar eisini.