Hava illgruna til tríggjar bilførarar

Annars hevur tað verið ein stak friðarlig nátt hjá løgregluni

Løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.

 

Men í nátt, ímillum klokkan eitt og trý, tók løgrelan kortini tríggjar bilførarar, sum skulu kannast nærri.

 

Tveir vórðu tiknir í Hoyvík og ein í Havn. Løgreglan hevur illgruna um, at teir vóru ávirkaðir av onkrum, antin rúsdrekka, rúsevnum, ella av heilivági

 

Nú er so blóðroynd tikin av teimum fyri at vita um teir vóru ávirkaðir, og av hvørjum teir vóru ávirkaðir.

 

Í gjár hendi annars eitt lítið ferðsluóhapp í Havn, har ein bilførari rendi upp í reyvina á bilinum framman fyri.

 

Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu onkrar skaðar. Tann aftari bilførarin er nú skuldsettur fyri ikki at hava hildið neyðugu frástøðuna til bilin frammanfyri, og tað kostar honum bæði eina bót og eitt klipp í koyrikortið.