Hava ikki uppgivið uppflytingina

Vendsyssel FF rapar niður eftir stigatalvuni, men René S. Joensen trýr framvegis upp á uppflytingina.

Tað gongur sera illa í hond hjá Vendsyssel FF, sum framvegis ikki hevur vunnið eftir vetrarsteðgin og nú er á 6. plássi, sjey stig frá uppflytingini.


Í gjár tapti Vendsyssel FF 2-1 á útivølli ímóti Skive. Málskjúttin hjá gestunum var René S. Joensen, og hann hevur framvegis ikki uppgivið at røkka uppflytingini.


- Nei, tað haldi eg ikki. Alt kann henda í fótbólti, og um tú ikki hevur trúnnað upp á tað, so skalt tú stilla gaggurnar á hillina. Vit trúgva upp á tað líka til tað ikki ber til, sigur René.


René S. Joensen svarar spurningunum í “5 skjótir” í Ítróttarsosialinum í dag. Her avdúkar hann eisini hvat Vendsyssel FF-venjarin sigur fyri tíðina, nú hann er ógvuliga trýstur.