Hava ikki tryggjað seg nóg væl fyri vind

Á fleiri byggiplássum hava leysir lutir verið til vanda í storminum í nátt

 


Tað var fitt av vindi i nátt og tað er eftir øllum at døma komið óvart á summi.

Løgreglan sigur, at nøkur dømi eru um, at leysir lutir hava ikki verið tryggjaðir nóg væl fyri stórmi.

 

Nógvi vindurin átti annars ikki at komið óvart á nakran, tí veðurstøðirnar hava boðað frá hesum í fleiri dagar.

 

Og so er tað afturvendandi søgan um trampolinurnar, sum eru settar upp á sumri, men sum ikki verða tiknar niðuraftur, ella surraðar, um heysti. Tær eru lættar og taka nógvan vind á seg, og aftur í nátt er onkur trampolin farin í luftina, sigur løgreglan.

Annars er tað á nøkrum byggiplássum, at leysir lutir, byggipallar og annað, hevur ligið leyst og hevur verið við at fara á flog.

 

Men eingin skaði er hendur, tí fólk hava verið skjót á staðið at bjarga støðuni.

Hinvegin heitir løgreglan á fólk sum at ansa eftir í vetur og at tryggja leysar lutir fyri storm, so at tað ikki fer í luftina og ger skaða.