Enn er eingin støða tikin til málið um herviligu dálkingina á Skálafjørðinum fyrr í summar, har øll mølin og fjørurin vórðu avtakklað við smáum filtrum úr plasti, sum alivinnan hevur brúkt at reinsa vatn við.
Hendingin varð meldað og løgreglan kannaði málið og avhoyrdi eisini nøkur fólk í eini roynd at fáa greiði á, hvør tað er, sum hevur skyldina av dálkingini.
Løgreglan sigur, at tey eru liðug við kanningarnar og hava skrivað eina frágreiðing. Tey vilja ikki siga, hvør niðurstøðan er, ella um tey tey hava funnið fram til dálkingarkelduna.
Men tey siga, at eingin er skuldsettur í málinum.
Tey siga, at í málum sum hesum verður ein frágreiðing skrivað, og so verður hon latin Umhvørisstovuni til støðutakan.
Umhvørvisstovan skal so viðgera málið og, og halda tey, at grundarlag er fyri at áleggja nøkrum eina sekt, koma tey við einum uppskoti um tað, og so verður málið latið ákæruvaldinum.
Suni Petersen á Umhvørvisstovuni, váttar at tey hava fingið frágreiðingina, men at tey ikki eru liðug at viðgera hana enn.
Men tað fara tey sjálvandi at gera, men fyrr enn ein niðurstøða fyriliggur, hevur hann ikki fleiri viðmerkingar. Og hann hevur heldur onga viðmerking um tað kann staðfestast, hvør dálkingarkeldan er.