- Hava ikki tørv á betri burðarhjálp

Á føðideildini á Landssjúkrahúsinum liggja í løtuni tvær kvinnur Turið Magnussen og Louisa Fjallsbak, ið báðar hava átt tvíburar: - Vit hava fingið dyggan stuðul, góða hjálp og umsorgan, bæði fyri og eftir burðartíðina, siga tær báðar við ein munn

12. apríl fingu Louisa Fjallsbak og Julian Thomsen eina gentu og ein drong. Louisa átti fimm vikur ov tíðliga við keisaraskurði, men hóast hetta gekk alt, sum tað skuldi, og tvíburarnir hava tað gott:
- Eg havi fingið sera góða hjálp á Landssjúkrahúsinum. Allar ljósmøðurnar og sjúkrasystrarnar á deildini hava verið óføra dugnaligar, blíðar og veitt mær góðan stuðul. Tvíburarnir eru føddir nakað tíðliga og mugu hjálpast við at eta og halda hitanum. Hesum hava sjúkrasystarnar somuleiðis hjálpt mær væl við. Tær eru frálíkar barnagentur, sigur Louisa Fjallsbak og leggur afturat, at gjøgnum alla burðartíðina hava jarðarmøðurnar greitt sær gjølla frá øllum:
- Eg havi alla tíð kent meg tryggan, og einki óvæntað er komið fyri, sum eg ikki visti frammanundan. So eg havi avgjørt einki at finnast at hesar 11 dagarnar, eg havi verið á sjúkrahúsinum.

Fyri fýra døgum síðan fingu Turið og Rasmus Magnussen tvær gentur, ið vigaðu ávikavíst 3050 og 2800 gramm. Sjálv varð Turið at kalla tikin á bóli, tá hon fekk at vita, at hon gekk við tvíburum:
- Eg mátti líka svølgja tvær ferðir, men eftir hetta kendist tað heldur sum eitt privilegium. Eg eigi trý børn frammanundan, so tvíburarnir eru at kalla eftirnølarar. So tað er bara frálíkt, at tær eru tvær.

Turið sigur seg ongantíð hava havt tørv á at klaga um nakað sum helst á sjúkrahúsinum:
- Jarðarmøðurnar og sjúkrasystrarnar gera eitt framúr gott arbeiði. Tær hava veitt mær hjálp, stuðul og umsorgan eftir tørvi. Eg átti somuleiðis við keisaraskurði, og tá vóru tvær jarðarmøður um meg alla tíðina. Eg hevði 100% álit á alt, tær gjørdu. Eftir burðin hava tær somuleiðis verið um meg og døtrar mínar. Her her rætt og slætt sera hugnaligt og heimligt at vera, sigur Turið Magnussen at enda.