Hava ikki tíð at bíða eftir myndugleikunum

Foreldur á Leitisvegnum í Miðvági siga seg ikki hava tíð til at bíða eftir at kommunan og Landsverk koma við einari heildarloyns, sum skal tálma ferðini hjá bilum, ið koyra gjøgnum bygdina.


 Ein hópur uppá eini tríati foreldur møttu á borgarafundi í MB-húsinum í Miðvági týsdagin, har ferðsluruðuleikin í bygdini var til viðgerðar. Fólk vóru rættiliga ørkymlaði av at kommunan onki ger fyri ferðslutrygdina og tey eftirlýstu eina fyribilsloysn, sum kann setast í verk beinanvegin. 
 
Brutal ferðsla
Jónfinn Olsen er foreldur í grannalagnum og formaður fyri foreldrafelagnum í Útibarnagarðinum. Hann er pápi at tveimum dreingjum, sum eru ávikavist 1 og fimm ára gamlir. Hann hevur fleiri ferðir gjørt vart við ótolandi ferðsluviðurskiftini í bygdini, eitt nú við at seta seg í samband við løgregluna, Landsverk og fjølmiðlarnar. Millum annað sendi hann bygdaráðnum eitt skriv í desember 2004, har hann heitti á kommununa um at gera nakað munagott fyri at seta ferðina á øllum akførum niður. Í hesum sambandi hugsaði hann serliga um strekkið á Leitisvegnum, frá tí at akførini koma inn í bygdina við Keypsamtøkuna í Miðvági og heim til løgreglustøðina í Miðvági. Men Jónfinn sigur seg verða vónbrotnan av, at einki er hent og ikki minst at hann einki svar hevur fingið frá kommununi enn. Á borgarafundinum skýrdi hann ferðsluviðurskiftini at vera brutal og hann bað millum annað einasta umboðið fyri kommununa, sum var møtt upp, Elias Næs, um at lova sær, at nakað ítøkiligt verður gjørt beinanvegin, so ikki fleiri óneyðug óhapp henda, áðrenn ein heildarloysn verður sett í verk.
- Kommunan hevur heimild til at gera júst sum hon vil á vegastrekkinum, sum kommunan hevur ábyrgdina av. Til dømis ber til at leggja bungur út á vegin, og fototól, sum vit kenna tað frá eitt nú Noregi, segði Jónfinn.
Men Elias Næs kundi ikki lova at nakað hendir beint nú, tí at kommunan er farin undir eina heildarætlan, har ein verkfrøðingur stinga út í kortið eina loysn.
- Og tað ber ikki til bara at seta okkurt upp, sum eingin vissa er fyri at riggar, segði hann millum annað.
 
Bilar koyra á húsini
Eisini Sólfríð Fjallsbak, sum tók stig til borgarafundin og er foreldur á Leitisvegnum, er sera ónøgd við viðurskiftini. Hon hevur fleiri ferðir upplivað, at óhapp hava verið nærhendis húsum sínum, og ikki minni enn tvær ferðir hava bilar, sum koyrdu alt ov skjótt um svingið við smiðjuna, rent inn í garð og hús hennara, og bilarnir sum stóðu í túninum vórðu vrak.
- Um børn vóru fyri tá, tori eg ikki at hugsa um avleiðingarnar, sigur Sólfríð, sum eisini sendi eitt hvassorðað lesarabræv til fjølmiðlarnar tann 3. mai. Har hon spurdi, hvussu nógv lív skulu latast áðrenn nakað hendir. Harumframt hevur hon uppí saman verið í samband við kommuna, Landsverk og Løgregluna.
Men Sólfríð dugir í verandi støðu bert at ímynda sær eina loysn, tí hon sigur seg ikki hava tíð til at bíða eftir eini loysn frá myndugleikunum.
- Nú mugu vit foreldur gera okkurt sjálvi. Antin vit fara út og mála 50 km/t. á vegin við stórum stavum, seta betonklossar allan vegin fram við vegnum ella vit parkera bilarnar í báðum síðum, so ferðslan noyðist at sikk/sakka seg gjøgnum bygdina, sigur Sólfríð, sum undrar seg á, at kommunan ikki kann skipa fyri einari fyribilsloysn, til dømis sum á Vatnsoyrum, har kommunan hevur sett ferðatálmarar upp.
 
Ferðin skal niður
Ferðin gjøgnum bygdina er ov nógv, hetta varð eitt nú prógvað herfyri, tá løgreglan tók ikki færri enn fimm bilførarar innan ein tíma. Hesir koyrdu allir so skjótt, at teir missa koyrikortið.
So niðurstøðan av fundinum kann sigast at vera, at øll eru samd um at ferðin skal tálmast, men at nakað av ósemju var um, hvussu hetta verður gjørt, og nær tað skal gerast. Løgreglan í oynni er niðurpínd, tí øll orkan fer til flogvøllin, og fólk vóru samd um, at tað er ikki nóg mikið bert at gera gonguteigar, tí fólk hava í heilum verið úti fyri, at tá tey steðga fyri fótgangarum, so verða tey yvirhálað av bilum, sum koma aftanífrá. Og tá er nógv vandamiklari at steðga, til dømis fyri einum barnið, sum er á veg yvir um, enn at koyra víðari.