Hava ikki stundir at tosa um Jenis fyri valið

Hóast Sambandsflokkurin hevur sett hálvan leygardagin av til politiskt kjak á Hotel Hilton, so fara tey ikki at tosa um, hvørt Jenis av Rana skal koyrast frá sum landsstýrismaður

Tinglimir Sambandsfloksins reika landið runt at fáa fólk at velja Sambandsflokkin á Fólkating og hava ikki stundir at tosa um málið um Jenis av Rana, segði løgmaður við sjónvarpið í kvøld. Men tey fara í øllum førum at tosa um politikk leygarmorgunin, tí tá hevur Sambandsflokkurin árliga heystfundin, har tey tosa um dagsins politisku mál.

Í Degi og viku í kvøld vildi løgmaður ikki svara spurninginum, um hann fer at koyra Jenis av Rana frá sum landsstýrismann, áðrenn málið verður reist í Løgtinginum. Hann vildi heldur ikki svara uppá, hvat hann fer at mæla tingfólkum floksins til at atkvøða, tá misálitið verður reist í Løgtinginum.

Greitt er, at flokkurin stendur ikki saman í hesum máli, tí Johan Dahl hevur boðað frá, at hann fer at atkvøða fyri einum misáliti á Jenis av Rana.

Løgmaður endurtók annars í sjónvarpinum í kvøld, at hann tekur fulla frástøðu frá orðunum hjá Jenis av Rana um formannin í Konservativa flokkinum í Danmark, Søren Pape Poulsen.

– Eg havi sagt honum, at at hatta er langt frá tí menniskjafatan, sum eg og Sambandsflokkurin standa fyri, og at hatta ikki er greiða fatanin hjá føroyingum, segði løgmaður í Degi og viku í kvøld.

Heystfundurin hjá Sambandsflokkinum verður á Hotel Hilton leygardagin 29. oktober frá klokkan 8 til 13 við hesi dagsskrá:

Kl. 08.30 Morgunmatur og drekka

Kl. 09.00  Formaðurin bjóðar vælkomið og setir fundin

Kl. 09.05  Frágreiðing um valstríðið hjá flokkinum higartil, politisku støðuna í samfelagnum o.a.

-  Formaðurin greiðir frá, saman við landsstýrisfólkunum

Kl. 09.30  Politiskt orðaskifti

-  Fundarluttakararnir hava orðið - viðmerkingar og spurningar  

Kl. 10.30  Steðgur

Kl. 10.45  Framhald av politiskum orðaskifti - viðmerkingar og spurningar  

Kl. 12.00  Fundurin lokin

------

Kl. 12.00-13.00 Sambandsflokkurin bjóðar til frokost

Sambandsflokkurin ger á heimasíðu floksins, at fundurin ikki er almennur:

– Heystfundur verður hildin á hvørjum ári og er ikki almennur. Talan er um ein fund fyri limir og sambandsáhugað í Landsfelag Sambandsfloksins um støðuna í flokkinum, politisku støðuna í samfelagnum o.a., skrivar Sambandsflokkurin á heimasíðuni.