FLOKSTING
Óluva Klettskarð, sum sjálv er uppvaskin í Haraldsundi, nýtti høvi á flokstinginum leygardagin at ynskja Tjóðveldi og Føroya fólki tillukku við uppskotinum at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð.
Í røðu síni legði hon dent á, føroyingar liva av tí, vit skapa.
- Lat tað vera púra greitt, at skulu vit hava meir at liva av, mugu vit eisini skapa meir. At skapa meiri er ikki altíð tað sama sum at økja mongdina, fiska størri nøgdir ella at framleiða meiri. At skapa meiri kann eisini vera tað sama sum at virðisøkja.
Óluva vísti á, at tað at hava meir um hendi eisini kann gerast við at raka alt omanav og harvið minka um tænastustøðið. Eisini ber til at skatta meiri, so peningur fæst tann vegin.
- Men, tað ber eisini til innætta og skipa samfelagið soleiðis, at meiri fæst burtur úr. Fleiri dugnaligar hendur og heilar. Henda loysnin er so nógv tann virðiligasta og hóskiligasta fyri okkum. Tí, her er rættiliga fitt at tríva í.
Hon vísti á, at við tí ovurstóra útflutningi av fólki hava vit eina stóra avbjóðing. Vit hava ikki ráð til at vera tey ungu og vælútbúnu fyri uttan, og tá tey festa røtur í bestu árum, verður hetta í útlandinum, meðan tey eru undir útbúgving.
- Kanningar vísa, at avgerandi fyri tey ungu - umframt trivnað - er at fáa dygdargott arbeiði eftir lokna útbúgving. Tískil eiga vit at menna útbúgvingar-og granskingarverkið, og í staðin fyri at senda fólk av landinum at taka grundútbúgvingar, skulu vit heldur skipa fyri flestu neyðugu og eftirspurdu grundútbúgvingum hjá okkum sjálvum.
Hon segði, at við dyggum heimligum grundarstøði liggur alheimurin opin fyri teimum, ið eru undir útbúgving. Men sláa tey røtur í heimaumhvørvinum, so leitar stórur partur aftur á slóðina eftir lokna útbúgving. Og við teimum komu eisini onnur, ið høvdu givið samfelagnum nýtt íkast.
- Við áhugaverdum vitanarstørvum, granskingar-og undirvísingarstørvum stinga nýggjar vinnur seg upp, legði hon aftrat.
Tað er so mangan prógvað, segði Óluva Klettskarð, at vitanarumhvørvi kastar fleirfaldað aftur. Har lærdir háskúlar verða lagdir, hendir stór menning, búskapurin økist, nýggjar vinnur taka seg upp, og trivnaður og dygd fylgja við.
- Hetta eru munagóð tiltøk, ið høvdu ment primeru vinnuna, so nógv størri virðir vórðu skapt øllum samfelagsbólkum til gagns, segði Óluva Klettskarð á flokstinginum.