Vágs Býráð hevur enn ikki fingið eitt oyra fyri tey fýra fólkini, sum vórðu flutt á nýggja ellis- og røktarheimið, Hamragarð, eftir at sambýlið á Tvøroyri fórst í ódnini í november.
Fólkini eru úr Hvalbiar- og Tvøroyrar Kommunu. Men tær báðar kommunurnar hava ikki verið við til at byggja Hamragarð og tí vil Vágs Kommuna hava gjald fyri at hýsa fólkunum.
Men tað hevur kommunan ikki fingið og tað ætla tey at gera nakað við.
Býráðið hevur viðgjørt spurningin og niðurstøðan er, at fólkini verða ikki koyrd á dyr, sama hvat hendir.
Hinvegin vil Kommunan hava gjald fyri tey.
Býráðið sigur, at tey hava sent Tvøroyrar Kommunu rokning fyri fólkini, men hava ikki frætt aftur.
Tilsamans er rokningin einar 170.000 krónur. Men onkur av fólkunum vóru úr Hvalba og á býráðsfundi var upplýst, at avtalað er gjørd við borgarstjóran í Hvalba um at senda rokningina hagar fyri tey fólkini.
Sostatt er ein rokning upp á umleið 70.000 nú send Hvalbiar Kommuna.
Sostatt er ein rokning upp á 100.000 krónur, sum er send Tvøroyrar Kommunu, men sum ikki er goldin.
Vágs Býráð hevur samtykt at kanna, hvat kann gerast við málið.
Eitt, tey kanna, er, um tað ber til at krevja, at tá ið fólk koma til Vágs til umlætting, skal tað gjaldast frammanundan.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri staðfestir, at tað er ikki Tvøroyrar Kommuna, sum hevur sent fólkini til Vágs.
- Vit vístu á, at tey kundu flyta inn á Suðuroyar ellis- og røktrheim á Tvøroyri, um so var, at Nærverkið økti játtanina, so at pláss varð fyri teimum har.
Tað vildi Nærverkið ikki og tískil er tað Nærverkið, sum hevur flutt fólkini til Vágs, sigur borgarstjórin.
Hinvegin er ikki ósagt, at Tvøroyrar Kommuna ikki vil rinda fyri uppihaldið í Vági, sigur borgarstjórin.
Men hann leggur afturat, at Vágs Kommuna og Tvøroyrar Kommuna hava verið ósamd um ymsar rokningar frá teirri tíðini, báðar kommunurnar samstarvaðu um eina sosiala deild.
Og hann leggur afturat, at tann millumrokningin skal avgreiðast í hesum sambandi, tí Tvøroyrar Kommuna metir seg eina pening til góðar frá Vágs Kommunu. Men tað hevur Vágs kommuna verið ósamd í.
Kristin Michelsen sigur at býráðini bæði fara nú at tosa saman um málið.
Myndin er av Hamragarði










