Hesi seinastu árini hevur upplagið hjá føroysku bløðunum at kalla staðið í stað. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at bøðini høvdu sína stórtíð fyrst í hesi øldini, tá ið upplagið hjá føroysku bløðunum lá um 50.000 bløð. Men í 2008 fór upplagið at rapa niður, til tað var komið heilt niður á sløk 11.000 bløð í 2013.
Men síðani hevur upplagið staðið í stað og nú er upplagið 11.900 bløð. Men samstundis skal leggjast afturat, at nú eru tað nógv færri bløð enn tað eru nú. Fyri 20 árum síðani vóru átta bløð, Dimmalætting, Sosialurin, Dagblaðið, Oyggjatíðindi, Norðlýsið, FF-blaðið, Fregnir og Vikublaðið. Í dag eru trý bløð eftir, Dimmalætting, Sosialurin og Norðlýsið.
Men støðan hjá bløðunum er rættiliga nógv broytt, tí fyri 20 árum síðani var Dimmalætting nógv tað størsta blaði við einum upplagi upp á 10.000 bløð, og tað eru 2.700 bløð fleiri enn Sosialurin, sum var næststørsta blaðið við einum upplagi upp á 7.300 bløð. Í dag hevur Dimmalætting eitt upplag upp á 3.000 bløð og Sosialurin hevur eitt upplag upp á 6.100 bløð.
Fyri 20 árum síðani høvdu Dimmalætting, Sosialurin og Norðlysið eitt upplag upp á tilsamans næstan 20.000 bløð men í dag er tað komið niður á 11.900 bløð. Tað er serliga Dimmalætting, sum hevur mist undirtøku, tí frá at hava eitt upplag upp á 10.000 bløð fyri 20 árum síðani, er upplagið nú minkað niður í 3.000 bløð. Sosialurin hevur næstan hildið stand, men Norðlýsið hevur ment seg frá einum upplagi upp á sløk 2.000 bløð fyri 20 árum síðani, til eitt upplag upp á 2.800 bløð nú.











