Hava hevur mist vónina um at fáa fiskivinnu aftur á Bacalao í Havn

Tórshavnar Býráð hevur nú mist vónina um at fáa fiskivinnu aftur í Bacalao í Havn. Og avleiðingin av tí er, at nú skal bygningurin brúkast til ymisk frítíðarítriv.

 

Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at játta pening til at fáa innandura klintring, og eina innandura breyt til at standa á rullifjøl.

 

– Hetta eru ítróttargreinar, sum stórur áhugi er fyri, sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum. Hon sigur, at tað eru nógv fólk, sum hava hug fyri hesum ítróttargreinunum, sum bróta eitt sindur burtur úr tí vanliga, og tískil er hetta ein framskygd ætlan.

 

Á býráðsfundi staðfesti á býráðsfundi í gjár, at nú hevur Bacalao staðið tómt í átta ár, men tað hevur ikki eydnast at fáa nakran at taka vinnuliga virksemið upp aftur, sum einaferð var har.

 

Bacalao var eitt stórt fiskavirki, men hesi seinastu átta árini hevur tað staðið tómt. Annars eru fleiri royndir gjørdar at fáa fiskavirking, ella annað vinnulív, aftur í húsið, og onkuntíð hevur tað verið nær við, men so er tað dottið niðurfyri aftur.

 

Hinvegin sigur Gunvør Balle, at gravgangur hevur verið hjá øðrum at sleppa inn í Bacalao, ikki til nakað vinnuligt virksemi, men til frítíðarítriv av ymsum slagi. Og hon sigur, at peningurin, sum nú verður brúktur, skal brúkast til at isolera nøkur rúm, til at gera rýmingrleiðir, og annað. Og hon sigur, at tað eru íløgur, sum hava varandi virði. Tilsamans er talan um 1,5 milliónir, sum skulu brúkast til endamálið.

 

Annfinn Brekkstein vil ikki taka undir við hesum, tí hann vil hava eina heildarætlan fyri Bacalao, áðrenn hann hann tekur undir við at brúka pengar upp á Bacalao. Gunvør Balle sigur, at endamálið er at gera eina heildarætlan fyri allan bygningin, men tað er eitt stórt arbeiðið.

 

Eisini Bjørg Dam, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin heldur, at býráðið eigur ikki at sleppa sær møguleikan av hondum at fáa vinnuligt virksemi á Bacalao, og tí heldur hon, at talan skal vera um stutttíðarleigumál til tey frítíðarítriv, sum nú skulu vera í húsinum. Gunvør Balle sigur, at tað verður ein treyt, at leigumálið kann sigast upp.

 

Sjúrður Olsen, sum hevur sæti í býráðnum fyri Fólkaflokkin fyri Boga Andreasen, vísir á, at her er bara talan um at gera nakrar ábøtur, men at eingin avgerð er tikin um klingring, ella annað, tí koma beinleiðis umsóknir um tað, skal tað fyri býráðið aftur.