Keypir tú jólagávur?
- Ja, eg keypi jólagávur til børnini og konuna.
Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu verða jólini hildin?
- Klokkan 11 jólaaftan ótu vit morgunmat saman við løgmanni og borgarstjóranum, og síðan gekk leiðin suður til Skálavíkar, har jólini hjá okkum vera hildin.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- At vit sum familja eru flutt til Skálavíkar, sigur Martin Kúrberg.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Vit hava havt nógvar avbjóðingar sum familja, so vit halda fokus á tað góða, og at tað ikki er keðiligt.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg, og tað er blivið meira og meira umráðandi at hugna um familjuna og veruliga at lata gleðiboðskapin koma í fyrstu røð, sigur Martin Kúrberg.