Hava havt ein javnan streym av fólki

- Tað hevur gingið sum væntað, sigur stjórin á Búnaðarstovuni

- Vit hava havt ein javnan streym av fólki.

 

Tað sigur Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.

 

Síðani 13 juli hevur Búnaðarstovan tikið ímóti ull frá føroyskum bøndrum, og Tróndur Leivsson sigur, at higartil hava tey tikið ímóti 15 tons av ull, men tá er dagurin í dag ikki taldur upp í.

 

Í næstu viku verður ikki tikið ímóti ull, men mánadagin 1. august letur ullmóttøkan uppaftur, og so taka tey ímóti ull til 20. august.

 

Tá vónar hann, at tey hava fingið onkustaðni ímillum 30 og 50 tons, men tilsamans eru kanska eini 70 tons av ull at fáa, so møguleikarnir eru stórir.

 

Tróndur Leivsson sigur, at hetta er áleið tað, tey høvdu væntað, so hann er reiðiliga væl nøgdur.

 

Higartil hevur útvið helvtin av ullini, tey hava tikið ímóti, fyrstafloks ull, stjórin væntar, at tá ið árið verður gjørt upp, verður  tað talið størri.

 

Tey lata 15 krónur fyri kilo av teirri góðu ullini, og tvær krónur fyri tað vánaligari ullina, og tá er mvg við. Hinvegin verða gamlar pesjur, ull við máling ella kloddum av bótum í, vrakað heilt.

 

Tróndur Leivsson sigur, at tað eru bæði stórbøndur og traðarmenn, ið hava verið við ull og ull er eisini komin úr tí mesta av landinum.

 

Ætlanin var at hava eina móttøku í Suðuroy, og øðrum fjarskotnum plássum. Tað skuldi vera í samstarvið við IRF, men leveringstíðin upp á bingjurnar varð so long, at tað miseydaðist í ár.

Tróndur Leivsson vónar, at tey fáa tað í rættlag næsta ár.

 

Hann undrast ikki á, at tað bara er helvtin av ullini, sum er fyrstafloks.

- Í nógv ár hava føroyingar verið vanir við, at ullin er virðisleys, so tað manglar kanska ein grundleggjandi hugburður til, at  ullin hevur eitt ávíst virði, sigur hann.

 

Hann sigur eisini, at fólk skilja støðuna, táið tað verður greitt teimum frá, hví teirra ull er vrakað.

 

- Hetta er eitt nýtt tiltak, og tað tekur sína tíð at byggja tað upp. Men eydnast tað upp á eini fimm ella 10 ár, eiga vit at vera vælnøgd, sigur hann