Mikudagin í næstu viku verður fyri fyrstu ferð hildin serstakur granskingardagur á Landssjúkrahúsinum.
Granskingardagurin verður settur í forhøllini á Landssjúkrahúsinum kl. 12.30 mikudagin 29. mai og heldur fram til kl. 17.
Í forhøllini verður framsýning við plakatum, sokallaðum postarum, ið lýsa ymisku verkætlanirnar, ið eru í gongd ella verða fyrireikaðar og fáa ymisku verkætlanarleiðararnir høvi heilt stutt at greiða frá teirra verkætlanum.
Eisini verða stuttir fyrilestrar frá staðbundnum granskarum, ið koma at leggja fram viðkomandi úrslit frá teirra gransking.
Endamálið við granskingardegnum er at varpa ljós á granskingarvirksemið, ið hevur tilknýti til stovnin, og sum alsamt veksur.
- Landssjúkrahúsið hevur sum málsetning, at gransking innan heilsuviðurskifti skal vera ein sjálvsagdur partur av virkseminum, og tískil verður gransking raðfest ovarlaga. Mett verður, at sjálvt granskingarvirksemið og úrslitini, ið standast av, kunnu virka við til at tryggja, at viðgerðarstøðið og tænastan til sjúklingin er á hægsta støði, verður sagt frá Landssjúkrahúsinum.