Fyrra hálvár hjá Trygd merkt av stórum skaðaendurgjøldum. Tað sigur felagið í eini fráboðan í morgun, og tey siga eisini, at skaðarnir hava verið størri enn tey høvdu roknað við frammanundan. Samstundis er støðan tann, at tað er vorðið munandi dýrari at byggja tað upp aftur, sum er farið.
Trygd sigur, at fyrra hálvár í ár hava tey goldið tilsamans góðar 47 milliónir í endurgjøldum fyri skaðar. Men hóast fyrra hálvár í ár gekk verri enn tey høvdu væntað, er gongdin higartil í ár kortini munandi frægari enn on var í fjør. Umframt at byggitilfar er munandi dýrkað, er talið á skaðum á sethús støðugt hækkandi, serliga eru fleiri stormskaðar.
Samanumtikið er tey sostatt nøgd við gongdina higartil í ár, og tey vænta, at inntøkurnar fara at hækka nakað í seinna hálvári, og at skaðarnir fara at vera færri. Tó er korona-farsóttin framvegis ikki av, eins og tey ásanna, at vandin fyri stormum um veturin altíð er stórur
Úrslitið fyri restina av árinum er í stóran mun tengt at gongdini á tryggingarmarknaðinum, har tað er hørð kapping um viðskiftafólkini, sigur Trygd. Harumframt kunnu stórir skaðar henda, serliga í sambandi við arbeiðsskaðar og stormskaðar, og sum fáa ávirkan á úrslitið hjá felagnum. Leiðslan væntar, at árið fer at geva eitt úrslit ímillum átta og 13 milliónir fyri skatt.
Í stuttum er hálvársroknskapurin í ár, at:
- Hálvársúrslitið fyri skatt var 3,6 milliónir, samanborið við 153.000 krónur í sama tíðarskeið í fjør.
- Hálvársúrslitið eftir skatt var 2,8 milliónir, samanborið við 147.000 krónur sama tíðarskeið í fjør.
- Tryggingartekniska úrslitið var 4,2 milliónir, samanborið við 636.000 krónur sama tíðarskeið í fjør.
- Bruttotryggingargjøldini hækkaðu 5,6 milliónir, samanborið við sama tíðarskeið í fjør og nú eru tey
86,5 milliónir.
- Skaðaendurgjøldini lækkaðu úr 50,6 milliónum fyrra í hálvárið í fjør, niður í 47,7 milliónir í fyrra hálvári í ár.
- Bruttoskaðaprosentparturin var 69,2 prosent samanborið við 77,6 prosent í sama tíðarskeið í fjør.