Í hósdagsblaðnum skrivaðu vit, at Taks ikki hevði goldið borgaranum, sum tann 25. oktober í 2006 fekk viðhald í sínum mvg-kravi, peningin, sum Skatta- og avgjaldskærunevndin segði borgaran hava rætt til.,
Í tíðindaskrivinum, sum Taks sendi út í dag, verður sagt, at »Taks hevur tikið avgerðina hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 25. oktober 2006 til eftirtektar, og goldið kæraranum meirvirðisgjald av skrásetingargjaldinum aftur við tí fyrivarni, at peningurin verður kravdur aftur, fær Taks viðhald í Føroya Rætti.«.
Eftir tí, sum Sosialurin hevur fingið upplýst, er hetta útgjald tó farið fram, eftir at greinin stóð í blaðnum.









