Tel-Aviv, Ísrael: Síðani fyrstu smáu fetini á altjóða pallinum, hevur Jens Martin Knudsen verið fastur fúsur í føroyska landsliðshópinum. Til samans man hetta hava givið einar hálvt hundrað uttanlandsferðir við liðnum, men av øllum hesum mundi ferðin til Ísrael hava verið tann longsta.
- Tað er nokk einki at ivast í. Sjálvandi hava onkrar ferðir til Kypros verið á leið eins drúgvar við millumlendingum og øðrum, men í kilometrum er hetta helst tann longsta.
Og er tað framvegis so, at tú kortini gleðir teg at uppliva nýggj lond og síggja nýggj støð kring alt Europa.
- Skal eg siga akkurát sum er, so hevur stemningurin hesa ferð verið heilt serligur. Líka síðani lutakastið til undankappingina hevur tosið um ferðina til Ísrael tikið seg upp, soleiðis av og á. Eg haldi ikki, at nakar av monnunum fyrr hevur verið í Ísrael, og tað er eisini eitt land, sum tey flestu kenna okkurt tilknýti til upp á onkran máta.
- So vit eru allir spentir, haldi eg. Hetta er í øllum førum fyrstu ferð í nógv ár, at menn hava spurt eftir sight-seeing túri.
Tað var kanska meira spennandi tey fyrstu árini.
- Ja. Tá var alt jú so nýtt, og tú upplivdi nógv stuttlig støð, men tað hevur ikki verið so nógv brúkt í seinastuni.
Gott við eyka degi
Eitt er, at møðin var stór, tá spælararnir loksins komu til Tel-Aviv. Annað er, at sama møðin sum skjótast skal fáa úr kroppinum, tí longu leygarkvøldið er stóra uppgávan á skránni.
Sjálvur heldur Jens Martin, at tað serliga er til fyrstu venjingina, at hetta merkist.
- Tað er tungt at koma ígongd, men eftir fyrstu venjingina. Men so haldi eg, at allir hava funnið sína rútmu aftur, soleiðis at fokuseringin av álvara verður vend móti dystinum. Tað haldi eg ikki plagar at vera nakar trupulleiki.
Men tað er kanska ein fyrimunur, at tit fóru avstað týs- heldur enn mikumorgun, soleiðis sum tit vanliga gera?
- Tað er so einki at ivast í. Tað gevur betri tíð til alt á ferðini, og tað merkir nokk eisini, at vit koma at hava nakrar harðari venjingar, enn vit vanliga hava. So tað er í fínasta slag, at tað er lagt soleiðis til rættis hesaferð, helt Jens Martin at enda, áðrenn hann saman við restini av ferðalagnum steir inn í bussin, sum skuldi føra spælararnar seinasta pettið til heitu hotel-sengurnar.