Hevur verið vandi fleiri ferðir og fyri tveimum døgum síðani bleiv ein smágenta álopin av einum av svanunum.
- Vit velja at handla áðrenn tað gongur heilt galið, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis Kommunu.
Loysnin var at avtaka allar 10 fuglarnar á Eiði, men borgarstjórin sigur, at avgerðin var tikin í samráð við Skógrøkt Landsins, løgregluna og Søvn Landsins.
Borgarstjórin sigur, at hann hevur fingið nógvar viðmerkingar um avgerðina, men at tað fyri tað mesta er frá avbygdafólki.
- Tey, sum búleikast á Eiði hava veruliga kent til trupulleikan. Eg eri blivin steðgaður av fólki í dag sum hevur sagt, “Fantastiskt, Jógvan. Endiliga kunnu vit ganga túr runt um vatnið aftur. Eg havi ikki gingið runt um vatnið í fimm ár.”
- Vatnið er ein náttúrudýrgripur, sum svanirnir hava yvirtikið, men sum vit hava givið fólkinum aftur. Sjálvsagt má fólkið hava fyrstarætt til vatnið, sigur borgarstjórin á Eiði.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Jógvan í Skorini hevði við Rás 2 á miðdegi.