Hava góðar upplýsingar um orsøkina

Amerikanska løgreglan sigur, at hon hevur funnið sera álítandi ábendingar um, hví ein ungur maður fór inn í ein skúla í býnum Newtown í statinum Connecticut í gjár og skeyt 20 børn og seks vaksin.

Tað segði ein talsmaður fyri løgregluna á tíðindafundi í dag, men hann vildi ikki siga nakað nærri um, hvat tað eru fyri ábendingar, sum løgreglan hevur.

Á tíðindafundinum sýtti løgreglan fyri at siga, hvør drápsmaðurin var, hóast allir fjølmiðlar siga, at tað var tann 20 ára gamli Adam Lanza, og at hann beindi fyri sær.

-Øll líkini eru flutt úr skúlanum, menvit arbeiða framvegis í skúlanum, og tað arbeiðið verður ikki liðugt fyrr enn í fyrsta lagi í morgin. Vit kanna alt - alt, og vit fáa góða hjálp, segði talsmaðurin hjá løgregluni við tíðindafólkini.

Hann segði, at drápsmaðurin brúkti trý skotvápn, og at tey verða nú kannað.

Fleiri amerikanskir fjølmiðlar siga, at mamma Adam Lanza, sum er millum tey deyðu, lærdi Adam og tann eldra bróðurin, Ryan, at skjóta til máls, tá teir vóru yngri.