Í løtuni eru fýra ísfiskalínuskip undir Føroyum. Tey fiska mest av tosk og hýsu og fáa eisini nakað av longu og brosmu. Línuskipini hava góðan fiskiskap.
- Vit vænta, at eitt kemur inn at landa mánadagin, og síðan koma hini ísfiskalínuskipini helst seinni í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.
Væntandi er, at okkurt av ísfiskalínuskipunum, sum í løtuni liggja, loysa í næstum, og upplýst verður eisini, at øll frystilínuskipini í løtuni fiska undir Føroyum.
- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini hampiligt. Tí vænta vit eisini, at nakað verður av útróðri, og útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, verður lagt aftrat.