Hava funnið tann sum stjól í Rúsuni

Tað var í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein ein persónur hevði stolið vørur fyri út við 3.000 krónur

Tað var ein persónur, sum hevði verið í handlinum og tikið vørur fyri út við 3.000 krónur, og sum fór úr handlinum uttan at gjalda fyri vørurnar.

Men handilin er væl útgjørdur við vakmyndatólum, so har sást persónurin, og løgreglan helt seg vita, hvør persónurin var.

Og løgreglan hevur nú funnið persónin, sum sást týðuliga á myndunum frá vakmyndatólunum. Hann varð tikin inn á støðina til avhoyringar og hevur játtað seg sekan í stuldrinum, sum er skuldsettur fyri.