Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einu slagi av pylsu, sum serliga er ætlað børnum. Talan er um Lille Bjørn Mortadellapylsu í flísum, sum ávarað verður ímóti og orsøkin er, at tað er vandi fyri, at tað er dust av metalli í pylsuni.
Talan er um pakkarnar, við eini nettovekt upp á 80 gramm, og sum eru best fyri 10.06.2021, 16.06.2021, 17.06.2021 og 22.06.2021.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hendan pylsan er eisini seld í Føroyum, men at hon ikki er mannaføði tá ið vandi er fyri, at metaldust er í henni. Tí eigur hendan pylsan at verða latin aftur í handilin, haðani hon er keypt, ella eigur hon at verða koyrd í skrell.