Leitingarskip hava nú funnið trý lík afturat frá franska flogfarinum. Skipini hava eisini funnið fleiri vrakleivdir Brasilsku myndugleikarnir siga, at leitingarskip hava nú funnið fimm lík frá franska flogfarinum, sum hvarv yvir Atlantshavinum. Tey bæði fyrstu vórðu funnin í gjár.
Herumframt hava skipini funnið fleiri vrakleivdir frá flogfarinum. Millum annað hava tey funnið petti, sum prógva, at talan er um leivdir av tí franska flogfarinum.
Airbus 330-200-flogfarið var á veg úr Rio de Janeiro til París, tá tað hvarv við 228 fólkum umborð.