Hava funnið niðurdottið flogfar

Bjargingarlið hava nú funnið vrakið av einum ferðamannaflogfari, sum hvarv í fjallalendinum einar 20 kilometrar norðan fyri afghanska høvuðsstaðin Kabul mánadagin. 43 fólk vóru í flogfarinum, og hildið verður fyri vist, at øll hava latið lív, skrivar Reuters.

Afghanski flutningsmálaráðharrin, Mohammadullah Batash, sigur tó, at tað er ov tíðliga at siga enn, um nakar slapp livandi frá vanlukkuni, men tað er ikki serliga sannlíkt.

Flogfarið var av slagnum Antonov 24, og afghanska flogfelagið Pamir átti tað.

Sambært afghonsku myndugleikunum vóru tríggir bretar og ein amerikanari millum ferðafólkini. Øll hini ferðafólkini og manningin vóru afghanar.