Hava funnið flogskipararnar

Bjargingarlið hjá turkiska herinum hava funnið líkini av teimum báðum monnunum, sum vóru í tí turkiska stríðsflogfarinum, sum sýriska loftverjan skjeyt niður tann 22. juni. Ein talsmaður fyri herleiðsluna sigur, at nú verður kannað, hvussu líkini skulu fáast upp av havbotninum.

Sýrar halda uppá, at tað turkiska F-4 Phantom-flogfarið var í sýriskum luftrúmi, tá loftverjan skjeyt tað niður, men turkar siga hinvegin, at flogfarið var í altjóða luftrúmi, tá sýrar skutu eftir tí.

Sýrar hava eisini sagt, at flogfarið hevði eingi kennimerki, og at loftverjan helt tað vera ísraelskt. Men hesum hava turkar víst aftur. Teir siga, at flogfarið hevði kennemerkið hjá turkiska flogvápninum, og at tað sást væl.

Tilburðurin við flogfarinum hevur økt spenningin millum tey bæði grannalondini nógv, og bæði hava flutt herfólk og útgerð ímóti markinum.