Tað gekk ikki sum æltað, tá ið Svimjisambandið skuldi finna eitt estiskt flagg til altjóða svimjikapping í Havn um vikuskiftið. Flaggið, sum skuldi brúkast, var ikki at finna, tá ið alt kom til alt.
Seinnapartin eftirlýsti formaðurin í Svimjisambandinum eitt estiskt flagg í Rás 2 og her á Portalinum, og tað gav bonus.
Seinnapartin hevur Flogvøllurin í Vágum latið Svimjisambandinum eitt estiskt flagg at brúka til kappingina um vikuskiftið.